Arbeiðið at umvæla svimjihylin í Svínoy er farið í gongd.
- Formar eru settir upp í einum parti av hylinum, soleiðis at tað er klárt at stoypa. Nú bíða vit eftir sementi, sum kemur í oynna, tá Ritan kemur aftur av beding.
Tað sigur Petur Asano, formaður í Áhugafelagnum fyri svimjihyli í Svínoy.
Hann vísir á, at arbeiðið, sum nú er í gongd, hevur verið bíðað eftir í meira enn trý ár.
- Orsøkin til, at arbeiðið nú er farið í gongd, er, at felagið hevur fingið útoyggjastuðul frá landinum.
Hann sigur, at upphæddin er á 75.000 krónur.
- Hetta er ikki nóg mikið til at umvæla allar partar av hylinum, men hetta er ein góð byrjan, heldur Petur Asano.
Hann leggur aftrat, at fyrst verður umvælt, har hylurin er ringast farin.
- Nevndarlimur hevur teknað eina tekning og hevur havt fund við kommununa um, hvussu hetta skal gerast, sigur Petur Asano.