Barnagarðurin Sóljuhjarta í Søldarfirði verður nú liðugtgjørdur, skrivar Runavíkar kommuna.
Runavíkar kommuna er voksin væl í seinastuni. 51 fólk fluttu í kommununa frá 1. desembur 2014 til 1. desembur 2015 úr øðrum kommunum og samstundis sum fólkatalið vaks við 106 fólkum orsaka av tilflyting úr útlandinum. Harumframt eru 44 børn fødd sama tíðarskeið.
- Hetta setir stór krøv til stovnar og tilboð í kommununi, ið áhaldandi verða bygd út at nøkta veksandi tørvin, skrivar kommunan, og í gjár undirskrivaði hon sáttmála um at liðugtgerða barnagarðin Sóljuhjarta, sum liggur í Søldarfirði.
Stovnurin varð bygdur í 2010, har áleið helvtin varð innrættað beinanvegin til 40 barnagarðspláss. Nú sáttmáli er gjørdur við Búsetur um seinasta stigið av byggingini, fer Sóljuhjarta at fáa áleið 24 vøggustovupláss afturat, boðar Runavíkar kommuna frá.











