Eins og undanfarin ár verður aftur í ár møguligt at royna seg á skoytum í Tórshavn.
Í vikuni varð farið undir at seta skoytubreytina upp í garðinum hjá fyrrverandi kommunuskúlanum í Tróndargøtu, har breytin eisini stóð í fjør.
Í fjør vóru umleið 10.000 vitjandi. Ætlandi verður skoytubreytin opin til og við 31. Januar 2016. Breytin er opin fyri almenninginum hvønn dag frá klokkan 14 til 22, tó leygardag frá klokkan 10 til 22.
Áður hevur skoytibreytin verið í gamla kommunuskúlagarðinum, tað vil siga millum Ráðhúsið og býráðssalin, men í fjør var avgjørt at flyta skoytibreytina niðan í nýggja kommunuskúlan.










