Løgreglan legði í 2008 hald á russiska trolaran Ros, ið var tikin fyri brot á lógina um vinnuligan fiskiskap. Skiparin hevði ikki goldið bøturnar, og tí varð hald at enda lagt á trolaran.
Við tað, at bøturnar og sakarmálskostnaðir, ið seinni eru staðfestir av Eystara Landsrætti, enn ikki eru goldnar, verður trolarin settur til sølu, og inntøkurnar fella til statskassan, sum gjald fyri bøturnar.
Trolarin er bygdur á skipasmiðju í Ukraina í 1980, og er skrásettur at vera 737 bruttotons ella 221 tons netto.
- Trolarin verður seldur uttan pappírir og er annars í sera ringum standi, við tað, at hann hevur ligið uttan viðlíkahald síðani 2009, og verður trolarin tí seldur við eyga fyri upphøgging, stendur í salgslýsingini í Sosialinum.
- Keyparin átekur sær ábyrgd skjótast gjørligt at fáa trolaran burtur frá havnalagnum í Kollafirði, stendur skrivað.