Nú verður betri pláss fyri Brandi

Kappingarneyti á FCK-miðvøllinum er útleigaður til annað felag.

FCK boðaði um vikuskiftið frá, at italska Genoa leigar miðvallara teirra, Franco Mussis, restina av kappingarárinum. Hetta tó treytað av, at Mussis klárar læknakanningina, sum felagið skipar fyri.


22 ára gamli miðvallarin úr Argentina kom til Keypmannahavnar undan hesum kappingarárinum, men hann hevur havt tað trupult við at koma í kropsligu venjingina, sum skal til, og vóna tey í felagnum nú, at hetta kemur í rættlag í Genoa.


Leigusáttmálin kann tulkast sum góð tíðindi hjá 18 ára gamla føroyinginum, Brandi H. Olsen, sum hevur otað seg nærri og nærri einum plássi á miðvøllinum hjá FCK.


Brandur hevur lagt góð avrik eftir seg í venjingardystum, men hevur enn bara sitið á beinkinum til kappingardystirnar, har tann nú útleigaði Franco Mussis hevur verið ein av teimum, ið hevur verið eitt vet frammanfyri hann í bíðirøðini at sleppa á vøllin.