Nú verður ballið hjá Bjarna

Bjarni Hammer, løgtingslimur Javnaðarfloksins av Tvøroyri, lovaði undan løgtingsvalinum, at um hann varð valdur á løgting, skuldi hann bjóða til ball fyri ferðaískoyti, sum hann fekk frá løgtinginum.

 

Bjarni Hammer var av tí fatan, at 55.000 krónur er alt ov nógv at rinda sær í ferðastuðuli, og tí lovaði hann longu undan valinum, at bera nakrar av hesum skattakrónum aftur, við at skipa fyri einum gildi undan jólum.

 

Upprunaliga var gildið sett at vera 6. desembur, men í kvøld eru veitsluboð komin frá løgtingsliminum.

Við hesum vil eg bjóða tykkum hjartaliga vælkomin til eina hugnaliga løtu í Tvøroyrar Klubba fríggjakvøldið 11. desember kl. 20:00. Okkurt gott verður til matna, okkurt leskiligt afturvið og undirhald verður eisini á skránni við skemti og tónleiki, skrivar hann í innbjóðing til veljarar sínar.

 

Hann vísir á, at mong lyfti vera givin undan einum vali, ikki øll kunnu haldast, men hetta er so eitt, sum hann ikki tørvar at samla meiriluta í tinginum aftan fyri, fyri at kunna halda. 

 

Les eisini Nú verður ball á Tvøroyri