Seinnapartin í morgin klokkan 16.30 tekur TB móti ÍF við Stórá í Trongisvági.
Altjóða veddingarfyritøkur góvu TB lítlan og ongan møguleika í dystunum móti HB og 07 Vestur við Stórá fyri stuttum. Men sigast má, at TB við flottum javnleiki 0-0 móti HB, og góðum 2-1 sigri á 07 Vestur veruliga loypti hvøkk á veddingarfyritøkurnar, ið høvdu HB sum risastóran favoritt at vinna á TB, og høvdu 07 Vestur sum greiðan favoritt at vinna á TB.
Tá TB tók ímóti B68 í kappingini um løgmanssteypið tordi eingin veddingarfyritøka at lata odds upp á dystin millum TB og B68, ið B68 vann tepurt 1-0.
Hesaferð lata níggju altjóða veddingarfyritøkur odds upp á dystin millum TB og ÍF við Stórá, og tað er næstan javnt millum vinnaraoddsini upp á liðini.
Oddsini upp á heimasigur til TB liggja millum 2,54 og 2,90, sum eru væl lægri enn tey vóru móti 07 Vestur og serliga HB.
Oddsini upp á útisigur til ÍF liggja millum 2,20 og 2,25. So veddingarfyritøkurnar hella eitt sindur til ein ÍF-sigur, men talan er ikki um nakra nevniverda favorittstøðu.
Oddsini upp á javnleik, ið ikki er eitt ósannlíkt úrslit liggja millum 3,33 og 3,60.
HER eru oddsini:
##med2##