Nú tora kvinnur at tosa um harðskap

Fyrr ringdu tær dulnevndar, men nú møta tær upp sjálvar at tosa um harðskapin

 

Hesi 25 árini, Kvinnuhúsið hevur verið til, er mynstrið nógv broytt.

 

Tað segði Elin Reinert Planck, leiðari í Kvinnuhúsinum, á samkomu fríggjadagin í sambandi við, at Kvinnuhúsið hevur verið til í 25 ár.

 

Hon segði, at alla ta fyrstu tíðina brúkti kvinnur ógvuliga ofta tað, at tær ringdu dulnevndar til Kvinnuhúsið at leita sær ráð ímóti einum harðligum manni.

 

- Men nú møta tær upp í Kvinnuhúsinum at tosa við okkum um harðskapin, sigur hon.

 

- Hóast nógvar kvinnur eru illa sperdar fíggjarligar, hava tær í dag nógv betri møguleikar fyri at fara frá einum harðligum manni, tí tær eru ikki bundnar so fast at honum fíggjarliga, sigur leiðarin í Kvinnuhúsinum.

 

- Ein onnur broyting er at í dag er harðskapurin ímóti kvinnum nógv øðrvísi enn hann er í dag.

 

- Tá ið menn ringdu í Kvinnuhúsið fyrr, var tað altíð eitt starvsfólk í húsinum, tey fingu fatur í. Men nú ber til at seta beinleiðis í samband við kvinnuna við fartelefon, sms, ella teldubrævi, uttan íhald.

 

Tað er heldur ikki óvanligt, at menn leggja tilfar um kvinnuna á interneti, antin á sínar egnu vangamyndir, ella á vangamyndir hjá kvinnuni, sigur Elin Reinert Planck.

 

Men harðskapur er álvarsligur, og onkur hevur sagt, at tað er líka leingi hjá eini kvinnu at fóta sær aftur eftir eitt harðligt parlag, sum harðskapurin vardi.

 

Samstundis vísa kanningar aðrastaðni, at kvinnur, sum eru fyri harðskapi, eru oftari sjúkar og sjúkrameldaðar, tær eru oftari hjá lækna og á sjúkrahúsi, umframt at tær oftari eru í samband við sálarfrøðingar, almannaverk og løgregluna, enn aðrar kvinnur.

 

- Tað er ongin orsøk at halda, at tað er øðrvísi her hjá okkum, sigur leiðarin í Kvinnuhúsinum.

 

- Skal harðskapur halda uppat, má tann, sum fremur harðskap fáa viðgerð, tí annars broytist framferðin ikki. Og nú ber til hjá harðligum monnum at fáa ókeypis viðgerð, umframt ta ókeypis viðgerðina, Kvinnuhúsið veitir kvinnunum, sum eru fyri harðskapi, sigur Elin Reinert Planck.