Men nú er prísurin lækkaður. Tunnilsfeløgini boða nú frá, at tey hava avgjørt, at frá 1. juni verður prísurin fyri størri akfør yvir 3.500 kg, lækkaðir úr 100 krónur niður í 50 krónur.
Prísirnir fyri stakar túrar vera óbroyttir 300 krónur.
– Vit hava staðfest, at næstan 99 prosent av føroyskt skrásettu akførunum í hesum bólki hava hald. Flestu akfør sum gjalda 300 krónur eru útlendskir bussar, skrivar tunnil.fo
Prísir frá 1. juni 2022 í Vága- og Norðoyatunlinum
|
|
Stakir túrar |
Við haldi |
|
Undir 3.500 kg |
100 kr |
20 kr* |
|
Yvir 3.500 kg |
300 kr |
50 kr |
*Avsláttarskipan fyri akfør undir 3.500 kg í Vága- og Norðoyatunlinum: Fyrstu 25 túrarnir aftur og fram (t/r) í einum mánaði kosta kr. 20,- pr túr, eftir hetta er prísurin kr. 0,- pr túr restin av tí ávísa mánaðinum. Sostatt fer gjaldið ikki upp um kr. 500,- fyri hvønn mánað.
Tá fyrr í mánaðinum spurdu Una Danielsen, stjóra í Vága- og Norðoyatunlunum, hví so stórur munur var á prísinum hjá persónbilum og lastbilum og bussum at koyra í tunlunum segði hann, at hetta er nakað, sum tey ætlaðu at broyta fyri einum ári síðani.
– Vit ætlaðu at lækka prísin úr 100 krónum niður í 50 krónur fyri stórar bilar at koyra í tunlunum. Men av tí, at vit vóru í samskifti við Fíggjarmálaráðið um ein møguligan samferðslupakka, so spurdu vit – meira av kurteisi – Fíggjarmálaráðið, um tað var í lagi, at vit lækkaðu prísin, greiðir Uni Danielsen frá.
Tey høvdu sjálvandi væntað, at svarið fór at vera játtandi.
Men so var ikki.
– Svarið frá landsstýrismanninum var »nei«, vit skuldu ikki lækka prísin, tí landsstýrið fór at koma við einum samferðslupakka.
Síðani tá er landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, sum eisini legði fram samferðslupakkan, farin frá og nýggjur landsstýrismaður tikið við. Eisini er samferðslupakkin farin í søguna, tí tá Løgtingið fyri í summarfrí, var samferðslupakkin ikki komin aftur úr fíggjarnevndini, og harvið er uppskotið súltað burtur.
Men 1. juni lækkar so gjaldið hjá stórum bilum niður í helvt – eitt ár seinni enn tunnilsfelagið hevði ætlað.











