Fyri eini løtu síðani stevndi nýggja aliskipið, Bakkafossur, inn á Skálafhjørðin. Bakkafossur kemur úr Turkalandi har skipið er bygt, og í fylgi við nýggja farinum inn á fjørðin, vóru onnur skip hjá Bakkafrosti. Har vóru Hans á Bakka, Martin og Róland, umframt tvey onnur av førunum í flotanum hjá teimum á Bakka.
Tá ið hann kom inn á fjørðin, varð fýrverk latið av á báðum ørmum á fjørðinum, og í fleiri støðum, øll skipini umframt at fleiri onnur floytaðu.
Og nú klokkan 12.30 verður almenn móttøka á Glyvrum. Hátíðarhaldið byrjar við, at skipið verður doypt. Síðani verður móttøka við røðum, ábiti og tónleikaframførslum innandura í hølum hjá Bakkafrost á bryggjuni. Og tað fer eisini at bera til at fara umborð á skipið, umframt at vitja virkið og høvuðssætið hjá Bakkafrost.
Bakkafossur er eitt tað størsta tænastuskipið í heiminum til alivinnu. Skipið kann føra umleið 1.000 tons av livandi fiski, og kann eisini veita alivinnuni nógvar ymsar tænastur, millum annað viðgerð við feskvatni fyri laksalús og toknur, skiljing av fiski og aling á opnum havi.
##med2##
Skipið er 109 metrar langt og 22 metrar breitt. Tað er útgjørt við hybrid-skipan, ið merkir, at umframt diesel motorar, hevur hann eisini battarí og úrslitið er, at hann brúkar umleið 20 prosent minni orku enn hann annars hevði gjørt.
Skipið er harafturat fyrireikað soleiðis, at tað er skjótt at leggja um til 100 prosent grøna orku, tá ið ein slík eru til taks á marknaðinum.