Nú stendur illa til í Vági

1. DEILD: Við teprum sigri á Vágseiði hevur Víkingur í dag sett seg á næstfremsta plássið

Mynd: Skíggjamynd FC Suðuroy

Mest sum alt kappingarárið hevur FC Suðuroy hava knívin á barkanum. Í triði síðsta umfari hevði FC Suðuroy í dag vitjan av teimum næstbestu hjá Víkingi.

 

Kravið hjá heimaliðnum var at vinna fulla úrtøku, um møguleikin at varðveita plássið í bestu deildini skuldi vera realistiskur.

 

Tað var málleyst í fyrra hálvleiki, og tað endaði við, at Víkingur vann 2-1.

 

Fyrra málið hjá Víkingi skoraði Sveinur Justinussen í fyrsta álopinum eftir steðgin. Hann varð spældur leysur í høgru, rak inn í brotsteigin og setti so bóltin dygst inn við nærra stólpa.

 

Fimm minuttir undan leikloki átti Sveinur Justinussen uppleggið í høgru, tá ið Magnus Jarnskor við nærra stólpa setti bóltin í málið. Hetta var heilt stutt eftir, at heimaliðið hevði verið tætt við at javna í hornasparksstøðu.

 

Vanliga leiktíðin var farin, tá ið FC Suðuroy minkaði um munin. Talan var um fínt mál, tá ið Salmundur Bech við skoti av brotsteigarmarkinum sendi bóltin upp í nettakið.

 

FC Suðuroy er næstaftast við 26 stigum. Tað eru fýra stig fram til B36, sum er á áttanda plássi.

 

Sigurin á Vágseiði í dag ber við sær, at Víkingur hevur 40 stig og er á øðrum plássi.

 

Leygardagin fer FC Suðuroy at spæla á Argjum, og Víkingur fer at spæla grannauppgerð í Runavík.

 

 

 

Mynd: Skíggjamynd FC Suðuroy