Nú sleppur Benjamin frá at rinda fyri tvey

Tað er ikki í tankagongdini hjá føroyingum, at nakar hevur brúk fyri hjálp

- Hetta verður ein stórur lætti.

Tað sigur Eydna Skaale, mamma Benjamin, sum brúkar koyristól.

 

Nú seinnapartin hava Meginfelag Teirra Brekaðu, MBF skrivað undir eina avtalu við Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum, Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálu, og Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum um fylgjarakort.

 

Hendan avtalan ber í sær at hereftir sleppa fólk sum hava brúk fyri fylgjara, tí tey tarn av ymsum slagi, frá at rinda fyri tvey, tá ið tey fara í svimjihøll, á konsert, til sjónleik, ella hvat tað skal vera

 

Sum støðan er nú, skulu tey rinda bæði fyri seg sjálvan, og fyri fylgjaran, men tað sleppa tey nú frá.

Hetta er ein skipan, sum er aðrastaðni og Eydna Skaale sigur, at tað er ein stórur lætti at tað nú eisini kemur í gildi í Føroyum.

 

Hon og Benjamin hava eisini búð í Danmark og hon sigur, at har spurdu tey altíð eftir fylgjarakortinum – og høvdui tey tað ikki við, var eingin truplleiki kortini.

- Í Føroyum er tað ongantíð nakar sum spyr. Tað er ikki í tankagongdini hjá føroyingum, at nakar hevur brúk fyri hjálp, sigur Eydna Skaale.

 

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr hana greiða frá, hvat hon heldur um nýggja fylgjarakortið.