Nú sleppa teir at spæla konsert

Dagfinn og hinir hava bíðað leingi eftir møguleikanum

Rocksangarin Dagfinn Joensen úr Funningsfirði, sum er búsitandi í Danmark, fer nú at hava fyrstu konsertina við nýggjum bólki.

 

Seinastu tvey árini hevur hann verið sangari í Bloody Dice, men orsakað av koronu hevur bólkurin onga veruliga konsert havt enn. Tað skal broytast, og í kvøld spælir Bloody Dice á spælistaðnum High Voltage í Keypmannahavn.

 

Bloody Dice spælir rock av tí gamla slagnum og hevur gjørt sínar egnu sangir. Teir hava í koronutíðini havt onkrar stroymdar framførslur, men nú kunnu teir upplivast á palli í spælistaði.

 

##med2##