Nú er líkt til, at Marjun Dahl, og húski hennara, loksins sleppa úr Argentina, og til Danmarkar.
Danska sendistovan í Buenos Aires er í ferð við at fyrireika ferðina av landinum og bíðað verður nú eftir eftir, nær hon er til reiðar, og heldur tað vera best, at tey fara.
Herfyri tók Sosialurin málið upp um Marjuna, og húski hennara, sum komu í neyð, eftir at ókend fólk fóru at hótta tey við lívinum í telefonini.
Báði løgreglan, og danska sendistovan í Buenos Aires, tóku hóttanirnar í størsta álvara. Málið varð hildið vera so álvarsligt, at skipað varð fyri, at politivakt varð uttan fyri hús teirra alt samdøgurið. Samstundis er styrkt vaktarhald á skúlanum, har báðar døtur teirra ganga.
Tað er fortíðin hjá Luis Urquiza, manni Marjuna, sum spøkir aftur.
Undir einaræðinum varð hann settur fastur av politiskum orsøkum. Men han nvarð leyslatin aftur, og flutti til Danmarkar. Men í 1994 hildu tey, at viðurskiftini í Argentina vóru so mikið trygg aftur, at tey kundu fara heimaftur.
Alt gekk gott líka til í mai mánaða í ár.
Tá varð ein hópgrøv frá einaræðistíðini funnin í heimbýi teirra, Cordoba.
Í sama viðfangið vórðu eyguni vend ímóti fregnartænastustjóranum, Carlos Yanichelli, tí hildið varð, at hann hevði verið uppií hópmorðunum.
Meðan Luis Urquiza og Marjun Dahl búðu í Keypmannahavn, hevði hann vitnað ímóti Carlos Yanichelli sum ein av bøðlunum, ið píndu hann í fongsli.
Nú hópgrøvin í Cordoba varð funnin, trein Luis aftur fram og greiddi frá, hvat hann vitsti um Carlos Yanichelli.
Og tá var tað, at marra teirra byrjaði. Ókend fólk hóttu tey javnan í telefonini.
Løgreglan og danska sendistovna tóku hóttanirnar í so stórum álvara, at tey settu politistar á varðhald við hús teirra alt samdøgurið.
Samstundis varð vaktarhaldið styrkt á skúlanum, báðar døtur teirra ganga í.
Sum fráleið varð teimum greitt, at frægast var at sleppa sær av landinum og aftur til Danmarkar.
Ætlanin var, at ein grunnur undir uttanríkisráðnum, sum fíggjar slíkt virksemið, men tað var av ongum, tí grunnurin stuðlar bara fólki, sum eru komin í ávísan aldur.
Síðani hava Marjun og tey útvegað pening aðrastaðni frá, og nú verður arbeitt við at fyrireika heimferðina.
Danska sendistovna heldur ikki, at tað er ráðiligt, at tey fara avstað sjálvi.
Tí er tað sendistovna, sum skipar fyri ferðini og sendistovna skal eisini fylgja teimum avstað.
Enn er ikki gjørt av, nær tey fara úr argentina, men tey halda fyri vist, at tað verður í hesum mánaðinum.
Marjun Dahl hevur lagt stóran dent á at málið verður umrøtt, tí tey hildu, at tess meiri um-
røðu málið fær, tess verri torir nakar at gera teimum nakað.
Sosialurin tók málið upp, og prentaði adressur og telefonnummur síðani, har fólk kundu senda guvernørinum í Cordoba áheitan um at gera tað hann kann, fyri at Urquiza húskið hevur tað gott og sleppur av landinum í øllum góðum. M.a. frættist um onkran handil, sum hevur lista liggjandi, har fólk kunnu skriva seg uppá.










