Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum fer í næstum at leggja uppskot fyri Løgtingið, um at frá næsta ári skulu øll rinda eina ávísa upphædd av lønini til sína egnu eftirløn.
Sjálv ætlanin varð samtykt í vár, men nú verður tað ítøkiligigjørt og talan er um eitt heilt tyssi av uppskotum, tí samanhangur er ímillum fleiri lógir.
Men yvirskipaða endamálið er, at frá næsta ár skulu øll rinda eitt prosent av lønini til eftirløn.
Síðani hækkar gjaldið eitt prosent um árið, til eftirlønargjaldið er komið upp á 15 prosent í 2028.
Sostatt skulu øll frá 2028 rinda 15 prosent av lønini til sína egnu eftirløn og peningurin verður tikin av lønini, áðrenn hon verður útgoldin á sama hátt sum skatturin og onnur gjøld.