Nú skal vegurin í Garðsenni dagførast

Týsdagin varð arbeiðstøkusáttmáli undirskrivaður millum Hvalbiar kommunu og E–Grevstur um dagføring av einum vegastrekki í Hvalba.

 

Á bygdaráðsfundi í Hvalbiar kommunu mánadagin í vikuni samtykti bygdaráðið einmælt at fara undir at gera vegastrekkið í Garðsenni av nýggjum.

 

Talan er um vegin frá Roynhøllini og vestur um vegamótið til Nýggjaveg. 

 

Í Hvalbiar kommunu hava tey í eina tíð arbeitt við at fyrireika eina dagføring av vegastrekkinum, og tað er Landsbyggifelagið, sum hevur staðið fyri útbjóðingartilfarinum í samstarvið við vega- og havnanevndina hjá kommununi.

 

Týsdagin í vikuni varð arbeiðstøkusáttmáli undirskrivaður á kommunuskrivstovuni í Hvalba, og hesi sáttmáli er millum Hvalbiar kommunu og E–Grevstur, sum skal gera arbeiði. 

 

- Ætlanin er, at arbeiðið skal byrja innan einar 14 dagar, og arbeiðið kemur at viðføra nakað av órógvi í ferðsluni, meðan hetta er í gongd. Tískil verður heitt á bilførarar og borgarar annars um at vísa varsemi. 

 

Í Hvalbiar kommunu fegnast tey um, at vegurin nú verður dagførdur, og roknað verður við, at arbeiðið fer at vara í nakrar vikur. 

 

##med2##