Nú skal lív og trivnaður fáast í Miðbýin í Havn

Nú verður farið undir eitt miðvíst arbeiði at fáa meiri lív í miðbýin í Havn

 

Tórshavnar býráð setir nú rættiliga ferð á arbeiðið fáa meiri lív og trivnað í miðbýin í Havn.

 

Í hesum sambandi hevur býráðið í kvøld samtykt eina mannagongd fyri, hvussu farast skal fram.

 

Fyrsta stigið er, at formansskapurin og umsitingin í býráðnum, gera ein arbeiðsætlan, sum síðani skal leggjast fyri býráðið.

 

Tað skal vera liðugt í ár og í hesum sambandi skal støða eisini takast til í hvørjari raðfylgju tey ymsu økini í býnum skulu takast.

 

- Skal tað  vera Steinatún, sum skal takast fyrst. Ella skal tað vera Vaglið, Niels Finsensgøta, Mylnugøta ella nøkur av hesum økjum, sum skulu takast fyrst, eru spurningar, sum støða skal takast til fyri jól.

 

Longu fyrst í næsta ári verður ein hugskotskapping útskrivað, har arkitektar fáa tríggjar mánaðir til at geva sítt íkast til, hvussu teir halda, at miðbýurin skal vera.

 

Tá ið tey uppskotini eru komin inn, fer arbeiðið til verka beinanvegin.

 

Býráðið hevur sett níggju milliónir av til endamálið næsta ár, men saman við tí, sum er sett av frammanundan, hevur Býráðið útvið 15 milliónir til taks til miðbýin, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

 

Tá ið hetta fyrsta stigið er fingið frá hondini, verður farið víðari, tí eina heildarætlan fyri allan miðbýin er fullfíggjað.

 

Og í hesum sambandi verður ehugsað um økið frá Sjónleikarhúsinum, til handlinum hjá P. A Restorffs niðan á Glaðsheygg og oman á Kongabrúnna, sum eitt dømi um eitt miðbýarøki.