Tíðliga í apríl í ár fylti eitt skipsbrot fleiri útlendskar miðlar, tá eitt niðurlendskt farmaskip kom í havsneyð nakrar fjórðingar úr landi í Noregi. Tað var farmaskipið Eemslift Hendrika, sum eitt nú hevði fleiri bátar á dekkinum, harav ein stórur og spildurnýggjur tænastubátur til norsku alivinnuna - AQS Tor - at enda fór í havið.
Illveður var, og farmaskipið lá við stórari lagsíðu.
Øll manningin varð at enda tikin av skipinum við tyrlu, tí tað varð ikki hildið vera ráðiligt hjá manningin av vera verandi umborð. Vandi var fyri, at Eemslift Hendrika fór at koppa.
Tað undraði mong, at tænastubáturin AQS Tor ikki fór í knús á dekkinum. Báturin kom á rættkjøli og flótandi niður í uppøsta havið.
Eftir umvælingar av skaðum er báturin nú um at verða klárur til sínar uppgávur, og mikudagin hin 25. august skal hann alment navngevast á framsýningini Aqua Nor í Tróndheimi.
- AQS Tor er skjótt liðugt umvældur, og vit gleða okkum nógv til at vísa bátin fram á framsýningini, eins og vit gleða okkum til fyrstu uppgávurnar við honum, sigur tekniski stjórin hjá AQS, Kristian Hjertvik, við Kyst.no.
Lagt verður aftrat, at tá báturin er navngivin, verður eisini høvi hjá almenninginum at vitja umborð.
AQS Tor er longu eitt kent navn um landið, og nú ynskja eigararnir at vísa bátin fram á Aqua Nor, tí tey eru errin av bátinum - og at hann hóast alt megnaði sera buldrasligu heimferðina til Noregs.
AQS Tor er bygdur hjá Moen Marin í Kroatia.
Sjálvandi noyddist norska bjargingartænastan í fyrsta lagi at bjarga farmaskipinum, sum eisini var ein hóttan móti umhvørvinum, tí nógv olja var í skipinum.
Tískil gjørdi felagið, sum eigur bátin, av at leiga bjargingarfelagið Stadt Sjøtransport í royndini at bjarga AQS Tor.
Eftir at Eemslift Hendrika fekk slagsíðu og sendi út neyðarkall, vórðu í fyrsta lagi átta av manningini tiknir upp við tyrlu. Skiparin ynskti í fyrstu syfti, at fýra av manningini skuldu vera eftir umborð og royna at stabilisera skipið.
Men, tað eydnaðist ikki, og tískil varð øll manningin tikin av skipinum. Tá veðrið seinni blíðkaði nakað, eydnaðist sleipibátum at gera fast á skipið, sum at enda kundi sleipast til lands. Soleiðis varð skipið bjargað, samstundis sum tað slapst undan einari hóttandi dálkingarvanlukku.
##med2##












