Nú skal føroyski sendiharrin til Russland setast

Løgmansskrivstovan søkir nú eftir sendiharra til sendistovuna í Russlandi

Tað tykist ikki, sum um Løgmansskrivstovan æltar at taka serlig atlit til ynskini hjá ES og øðrum vestanlondum um, at Føroyar skulu taka undir við handilsstongsli teirra móti Russlandi.

 

Í øllum førum, so søkir Løgmansskrivstovan nú eftir sendiharra til sendistovu Føroya til Russlands. Sendistovan skal, sum vera man, liggja í Moskva, og uppgávurnar hjá sendimanninum vera at virka sambært uttanríkispolitikki Føroya, at umboða føroyskar myndugleikar mótvegis russiskum myndugleikum og øðrum sendistovum í Moskva og at røkja sambond við russiskt vinnulív og mentanarlív.

 

Arbeiðsøki sendistovunnar fevnir tí um bæði politiskt, vinnuligt og mentanarligt virksemi.

 

Førleikakrøvini eru umframt viðkomandi útbúgving eisini týðandi royndir frá almenna og/ella privata arbeiðsmarknaðinum, umframt hollan kunnleika til politisk viðurskifti, bæði heima og altjóða. Hann má hava sterkar samráðingarførleikar og hava góða vinnufatan og tað er ein fyrimunur, um hann hevur diplomatiskar royndir.

 

Her er altso ikki talan um eitt starv til tey nýútbúnu. Viðkomandi skal vera almenna umboð Føroya í Russlandi og kanska í slaviskt-talandi heiminum yvirhøvur.

 

Sambært Løgmansskrivstovuni so eru høli fingin til vega til sendistovuna í Moskva og arbeitt verður eisini við at fáa til vega íbúð til sendiharran, so tey praktisku viðurskiftini eru við at vera komin upp á pláss.

 

 

Umsóknarfreistin er 8. septembur og starvið verður sett frá 1. novembur 2014.