Nú mugu tey kóka drekkivatnið á Selatrað

Tá lendið er turt yvir longri tíð, og tað aftur fer at regna, er ofta, at yvirflatuvatnið er litað og viðhvørt eisini dálkað.

Tað er ikki óvanligt um summarið, at kommunur heita á borgararnar um at kóka vatnið, sum skal drekkast.

 

Soleiðis hevur eisini verið í summar.

 

Men, tað er ikki bara um summarið, at vatnið kann vera ein trupulleiki. Hetta hendir eisini um heystið.

 

Tá lendið er turt yvir longri tíð, og tað aftur fer at regna, er ofta, at yvirflatuvatnið er litað og viðhvørt eisini dálkað.

 

Í dag lýsa tey í Sjóvar kommunu við, at drekkivatnið á Selatrað má kókast, til trupullekin við vatninum er loystur.

 

Sambært kommunui eru tekniskir trupulleikar á reisiverkinum á Selatrað, og sagt verður frá aftur, tá trupulleikarnir eru loystir.