Nú missa 500 fólk sín stuðul úr ALS

Arbeiðsfólk á fleiri fiskavirkjum sleppa ikki longur at vera í fiskavirkisskipanini hjá ALS

Nú verður arbeiðsfólkið á fleiri fiskavirkjum koyrd úr fiskavirkisskipani hjá ALS.

Tað er úrslitið, nú Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, fer at broyta fiskavirkisskipanina hjá ALS.

Tað verður gjørt eftir einum tilmæli frá stýrinum fyri Arbeiðsloysisskipanini og endamálið er at spara pengar.

 

Broytingin ber í sær, at hereftir verða tað bara arbeiðsfólk á virkjum, sum virka botnfisk, sum kunnu verða í fiskavirkisskipanini. Men talan er bara um arbeiðsfólkið á virkjum, har fiskur verður tilvirkaður. Og talan er ikki um tilvirking, tá ið fiskur bara verður ísaður, fyri at nevna eitt dømi.

 

Tað merkir so samstundis, at arbeiðsfólkið á virkjum, har tey arbeiða laks, síl, ella uppsjóvarfisk, sum makrel, sild, svartkjaft, lodnu, nebbasild, rossamakrel, brisling og havgølt, sleppa ikki longur at vera í fiskavirkisskipanini.

 

Hetta umfatar eisini ali- og kryvjivirki, tí tey sleppa heldur ikki at verða verandi í skipanini.

 

Sostatt verða fleiri hundrað arbeiðsfólk nú  koyrd úr fiskavirkisskipanini. Føroya Arbeiðarafelag upplýsti á aðalfundinum herfyri, at talan er um eini 500 fólk.

Men hinvegin verður gullaksur at meta sum botnfiskur í hesum sambandi, og tey, sum arbeiða gullaks, verða sostatt verandi í fiskavirkisskipanini.

 

- Í teimum førum, har virki arbeiða bæði botnfisk og uppsjóvarfisk, er tað ein treyt, at virkið í høvuðsheitum virkar botnfisk. Tað merkir, at meiri enn helmingurin av rávøruni stavar frá botnfiski fyri at arbeiðsfólkið kann vera í fiskavirkisskipanini.

 

Als sigur, at tað er torført at meta neyvt um, hvussu stórar sparingarnar verða av hesum, tí helst fara fleiri av teimum, sum higartil hava fingið stuðul úr fiskavirkisskipanina, at fáa vanligan arbeiðsloysisstuðul ístaðin.

 

Men í fjør rindaði ALS teimum, sum ikki longur slepp at vera í fiskavirkisskipanini, tilsamans einar 14 milliónir krónur í stuðuli. Og tey vænta, at ALS fer at spara tað mesta av hesum pengunum, nú fiskavirkisskipanin verður broytt.