Nú mást tú endurnýggja tín Samleika

Nú skulu fyrstu 400-500 brúkararnir av Samleikanum endurnýggja sín Samleika.

Samleikin hevur eina gildistíð uppá tvey ár, og í farnu viku vóru tvey ár liðin, síðan Samleikin varð tikin í nýtslu.

 

Tað tekur umleið tveir minuttir at endurnýggja Samleikan á snildfonini.

 

Tá tú roynir at rita inn við einum útgingnum Samleika, kemur myndin at samanbera fram hjá tænastuveitaranum, men einki kemur fram í Samleika appini.

 

Tú sært gildistíðina á tínum Samleika við at lata appina upp, velja »Stillingar« og síðan trýsta á »Um Samleikan«.

 

Á leinkinum niðanfyri sært tú, hvussu tú endurnýggjar Samleikan. Tú kanst eisini lesa meira um endurnýggjan av Samleikanum á heimasíðuni hjá Samleikanum.

 

Tað tekur umleið tveir minuttir at endurnýggja Samleikan.

 

Soleiðis endurnýggjar tú Samleikan

 

Endurnýggja Samleikan (samleikin.fo)

 

(Kelda: Torshavn.fo)