Nú mangla bara tvey lið

(Champions League) 14 av 16 liðnum eru longu funnin til endaspælið. Í kvøld skulu tvey tey seinastu finnast

Arsenal, Atletico Madrid, Barcelona, Basle, Bayer Leverkusen, Bayern Munchen, Borussia Dortmund, Chelsea, Juventus, Monaco, Paris St-Germain, Porto, Real Madrid og Shakhtar Donetsk eru øll komin víðari til endaspælið í Champions League.

 

 

Les eisini: Pínligt Liverpool flongt

 

Úr bólki E stríðast CSKA Moskva, Manchester City og AS Roma um annað plássið aftanfyri Bayern Munchen. Í bólki G stendur stríðið millum Sporting og Schalke, sum berjast um annað plássið aftanfyri Chelsea.

 

Les eisini: Steven Gerrard: Vit eru ikki góðir nokk

 

Í bólki F er famvegis spenningur um fyrsta plássið, sum gevur seeding undan lutakastinum til endaspælið, har allir 1’arnir møta 2’arum. Barcelona er í løtuni nummar tvey, men við sigri á PSG kunnu teir yvirhála Zlatan Ibrahimovic og hansara menn.

 

Bólkur E:

Her kann verða eitt sindur ringt at halda skil á. Vinnur AS Roma á Manchester City, so kemur AS Roma víðari. Spæla bæði AS Roma og CSKA Moskva javnt, so kemur AS Roma víðari. Tapur CSKA Moskva, so kemur AS Roma víðari við málleysum javnleiki, men ikki um mál koma í javnleikinum, tí so endar Manchester City omaná við innanhýsis og málúrtøkuni.

 

Vinnur Manchester City og CSKA Moskva ikki vinnur, so kemur Manchester City víðari. Fáa teir mál og spæla javnleik, umframt at CSKA tapur, so er Manchester City eisini víðari.

 

Orsøkin til at tað er so fløkt er, at øll trý liðini hava fimm stig og dysturin í Rom kann broyta innanhýsis støðuna.

 

Dystir:

Bayern Munchen – CSKA Moskva (19:45)

AS Roma – Manchester City (19:45)

 

Støðan:

1. Bayern Munchen 12

2. Manchester City 5

3. AS Roma 5

4. CSKA Moskva 5

 

Bólkur F:

Her er spenningur um fyrsta plássið og um hvør sleppur við í Europa League. Barcelona og PSG stríðast innanhýsis á Camp Nou um hvør skal enda nummar eitt. Barcelona skal vinna á PSG fyri at yvirhála nýríka franska liðið.

 

Í Amsterdam skal kemur Ajax við einum sigri ella javnleiki víðari til Europa League. Vinna gestirnir úr Kýpros, AOPEL, so taka teir plássið frá Ajax.

 

Dystir:

Barcelona - PSG (19:45)

Ajax - APOEL (19:45)

 

Støðan:

1. PSG 13

2. Barcelona 12

3. Ajax 2

4. AOPEL 1

 

Bólkur G:

Her kann nógv henda í seinasta umfarinum. Portugisiska Sporting Lisbon er á torførari uppgávu í London móti Chelsea. Megnar Sporting at fáa ein javnleik heim við, so eru teir við í lutakastinum til endaspælið.

 

Schalke er í eini støðu, har teir skulu vinna fyri at hava nakran møguleika. Tó er ikki vist, at tað er nokk, tí Sporting skal bara hava javnleik fyri at fara við øðrum plássinum.

 

Dystir:

Chelsea - Sporting (19:45)

Maribor - Schalke (19:45)

 

Støðan:

1. Chelsea 11

2. Schalke 5

3. Sporting 4

4. Maribor 3

 

Bólkur H:

FC Porto er eittari í bólkinum, meðan Shakhtar Donetsk er nummar tvey. Tað broytist ikki, meðan Athletic Bilbao og BATE Borisov berjast um at sleppa í Europa League. Athletic Bilbao hevur góð kort á hondini. Liðið ere it stig frammanfyri og er á heimavølli móti júst BATE Borisov.

 

Dystir:

FC Porto – Shakhtar Donetsk (19:45)

Athletic Bilbao – BATE Borisov (19:45)

 

Støðan:

1. FC Porto 13

2. Shakhtar Donetsk 8

3. Athletic Bilbao 4

4. BATE Borisov 3