Nú mala hjólini líka skjótt aftur

Vit hava klárað okkum betri ígjøgnum koronu, enn onnur lond, sigur Hagstovan

Tá ið korona fór at herja, vóru tað fleiri fyritøkur, sum, sum máttu skerja virksemið munandi, og fleiri máttu eisini gevast.

 

Tað var í mars mánað í fjør, men eftir tað stóra fallið, har nógv fólk mistu arbeiðið, fóru hjólini so smátt at mala aftur, og í Føroyum eru fleiri fólk til arbeiðis nú, enn tað vóru áðrenn korona fór at herja.

 

Hagstovan hevur samanborið gongdina í Føroyum við gongdina í hinum Norðurlondunum, og tann samanberingin vísir, at í so máta eru tað Føroyar, sum hava staðið seg best.

 

Eisini í Danmark er talið á løntakarum nú tað sama, sum tað var áðrenn koronu, men hini Norðurlondini eru ikki heilt komin upp aftur á sama stig, sum tey vóru fyri koronu.

 

##med2##

 

Men sum tað sæst á talvuni oman fyri, er tað eisini ymiskt, hvussu hart korona rakti í teimum ymsu Norðurlondunum.

 

Bæði í Føroyum, og serliga í Íslandi, fall talið á løntakarum rættiliga nógv, men í Danmark og í Noregi, fall tað ikki so nógv.

 

Men tað var skjótt, at talið á løntakarum í Føroyum fór at veksa aftur, men í Danmark er tað serliga hesar seinastu mánaðirnar, at hjólini eru farin at mala skjótari aftur.

 

Men hvørki í Íslandi og í Noregi eru tey komin rættiliga upp í ferð aftur, gongdin bendir á, at í Íslandi nærkast løntakaratalið tí, sum tað var fyri koronu.