- Løgmaður má tryggja, at útlendsku sjómenninir, sum vóru við Anitu, fáa sømuliga viðferð. Tað heldur Hendrik Old, tingmaður og sjálvur gamal sjómaður.
Tað er staðfest, at útlendsku sjómenninir við Anitu, høvdu ikki neyðugu arbeiðs- og uppihaldsloyvi til at arbeiða í Føroyum. Tí skulu teir nú sendast av landinum.
Men Hendrik Old heldur, at nú má løgmaður tryggjað, at sjómenninir, serliga teir indonesisku, sum eru uttanfyri ES, fáa sømuliga viðferð og eina rímiliga hýru.
Hendrik Old hugsar í hesum sambandi um, at løgmaður má tryggja, at teir fáa eina rímiliga hýru fyri tað tíðina, teir hava verið umborð.
- Menninir hava uttan iva familju at forsyrgja og vit kunnu rætt og slætt ikki forsvara, at vit senda teir av landinum við ongum.
- Teir eru fiskimenn og teir hava verið við skipi undir føroyskum flaggi. Og føroyska samfelagið kann ikki loyva sær annað enn at tryggja, at teir fáa eina sømuliga viðferð, sigur tingmaðurin.
- Vit kunnu ikki leggja navn til, at vit hava sent útlendskar sjómenn av landinum við ongum oyra.
Hann ásannar, at tað er reiðarin, sum hevur ábyrgdina av manningini, men tað er hetta, løgmaður má kanna.
Hendrik Old sigur, at tað kann koma okkum í ringt orð uttanlands, eisini hjá altjóða flutningsfelagnum.
Hendrik Old sigur, at tí má løgmaður taka málið upp og kannað, hvussu viðurskiftini hjá hesum útlendsku fiskimonnunum eru og tryggjað, at teir fáa eina rímiliga hýsu við sær.
|