Nú er arbeiðsloysið í Føroyum kvinkað eitt sindur upp eftir eisini. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni. Sostatt var arbeiðsloysið komið upp á 1,6 prosent í mars í ár, har tað var 1,3 prosent í desember.
Í 2012 var arbeiðsloysið 7,1 prosent, men síðani er tað støðugt lækkað niður í 0,9 prosent í oktober. Tað fekk eitt líkið kvink upp eftir tá ið korona tók seg upp, men javnaði seg so aftur, til tað nú er 1,6 prosent.
Tað merkir, at tað eru 465 fólk, sum eru arbeiðsleys.
Men hesar síðstu mánaðirnar er tann broytingin hend, at nú eru tað fleiri mannfólk, sum eru arbeiðsleys enn tað eru konufólk. Arbeiðsloysið hjá kvinnum plagdi at vera hægri enn hjá monnum, men nú er støðan broytt, so í mars var arbeiðsloysið hjá konufólki 1,4 prosent og hjá mannfólki er tað 1,7 prosent.
Tað er eisini fitt av muni á, hvussu støðan er í teimum ymsu pørtunum í landinum. Tað er framvegis syðri parturin í landinum, sum er harðast raktur av arbeiðsoysi, tí í Suðuroy er tað 2,6 prosent, men tað er nógv lægri enn hevur verið, tí tað fyri einum ári síðani var tað 4,6 prosent. Í Sandoy er tað 2,2 prosent.
Í Norðoyggjum og í Eysturoy, er arbeiðsloysið lægst, tí har er tað eitt proent, í Norðstreymoy er tað 2,1 prosent, í Havn er tð 1,7 prosent og í Vágum er tað 1,8 prosent.











