Tað kann ljóða eitt sindur torskilt við festibrævi og slíkum, men broytingin merkir í stuttum, at tað nú ber til í Vestmanna at jarða makar í somu grøv, har annar liggur niðari - og hin ovari í grøvini.

Nú kunnu makar jarðast í somu grøv

- At makar jarðast í somu grøv er ikki nýtt í Føroyum, og góðar royndir eru við hesum aðrastaðni í Føroyum, siga tey í Vestmanna kommunu.

Tað kann ljóða eitt sindur torskilt við festibrævi og slíkum, men broytingin merkir í stuttum, at tað nú ber til í Vestmanna at jarða makar í somu grøv, har annar liggur niðari - og hin ovari í grøvini.

Í Vestmanna kommunu hava tey samtykt eina broyting í reglugerðini fyri kirkjugarðarnar.

Hetta hendi á fundi í bygdarráðnum hin 30. mars eftir tilmæli frá trivnaðar-og umhvørvisnevndini og ummæli frá kirkjuráðnum.

- Broytingin fevnir um, at D. Festibræv §8, stk. 1, í reglugerð fyri kirkjugarðarnar í Vestmanna verður broytt soleiðis, at ein maki kann jarðast í somu grøv sum makin, ið doyði fyrr.

Tað merkir, siga tey í Vestmanna kommunu, at reglugerðin nú verður broytt.

Í gomlu reglunum stóð, at - 

* Eftirlivandi hjúnafelagið hevur rætt til at fáa grøv undir liðini á hjúnafelaga sínum, men hann skal vissa sær henda rætt við festibrævi til grøvina.

Og í nýggju reglugerðini stendur -

* Eftirlivandi maki hevur rætt til at fáa grøv hjá maka sínum, men hann skal vissa sær henda rætt við festibrævi til grøvina.

- At makar jarðast í somu grøv er ikki nýtt í Føroyum, og góðar royndir eru við hesum aðrastaðni í Føroyum, siga tey í Vestmanna kommunu.

Lagt verður aftrat, at vanligt er, at avvarðandi søkja um festibræv.

- Hendan broyting merkir, at avvarðandi, ið ynskja festibræv til kirkjugarðin á Knúgvum, framyvir fáa festibræv í somu grøv sum makin. 

Men, makin kann eisini framhaldandi fáa festibræv undir liðini á maka sínum. Kommunuskrivstovan skal einans hava boð um hetta, tá biðið verður um festibrævið.

Øll reglugerðin fyri kirkjugarðarnar í Vestmanna kann lesast um heimasíðuna hjá Vestmanna kommunu - www.vestmanna.fo