Nú kunnu árnfirðingar skjótt menna seg sum fótbóltsleikarar

Nýggjur graslíkisvøllur verður skjótt tøkur til tey ungu í Árnafirði

Tað er ikki ætlanin at kappast móti KÍ, men heldur at menna ungar leikarar í Árnafirði, sum so kunnu vinna sær pláss á bestu liðunum í Klaksvík.

Í løtuni verður seinasta hondin løgd á, so vøllurin verður klárur at brúka í summar. Talan er um ein graslíkisvøll, sum hevur somu stødd, sum ein hondbóltsvøllur.

– Vit hava arbeitt við hesum rættuliga leingi og nú er hetta við at gerast veruleiki, sigur Atli Justinussen, varaborgarstjóri í Klaksvík.

Hann sigur, at fótbóltur hevur verið spældur í bygdini í mong ár, men umstøðurnar hava ikki verið nakað serligar, hvørki tá ið spælt hevur verið við havnarlagið ella á sandinum.

– Nú fáa tey ungu ein vøll við nýggjum grasi á og ljósi rundanum. Tað fer at gera umstøðurnar munandi betri og fer helst at kveikja nýggjan áhuga hjá teimum ungu fyri fótbóltinum, sigur varaborgarstjórin í Klaksvík.

Tað er ikki settur nakar endaligur dagur ás nær vøllurin  er klárur at taka í brúk, men dagurin nærkast skjótt og vøllurin verður klárur at taka í brúk í summar, sigur hann.

 

##med2##

 

Atli Justinussen