ÍF boðar í dag frá, at felagið hevur gjørt sáttmála fyri komandi kappingarár við roynda lyklaspælaran, Jan Ólavsson Ellingsgaard.
- Jan tekur eitt ár afturat. Tað er við stórari gleði vit kunngerða, at Jan Ólavsson Ellingsgaard, hevur valt at takað enn eitt ár í fremstu røð. Vit hava fleiri ungar spælarar á veg, og er tað tí sera umráðandi, at teir hava onkran, at stuðla seg uppat. Har er Jan ein av okkara allar royndastu spælarum. Hann er á faroesoccer skrásettur, at hava spælt heili 396 dystir síðani 2006, skrivar ÍF.
Nú hava bæði Jan Ólavsson Ellingsgaard og Karl Løkin longt sáttmálan.