- Vit hava sett okkum sum mál at gerast eitt sindur betri fyri hvørt ár, sum gongur. Tað sigur Jóan Magnus Olsen, stjóri í Ársins Virki 2013.
Stjórin er lítillátin, nú hann skal seta orð á hetta herðaklapp, ið hansara fyritøka hevur fingið frá føroyskum vinnulívi.
Sambært stjóranum er ein av styrkjunum hjá Vestpack, at fyritøkan er fleksibul og dugir at laga seg til broyttar umstøður eftir stuttari tíð.
Eitt nú merkist vøksturin í uppsjóvarvinnuni síðstu árini eisini hjá Vestpack, sum framleiðir pakning til hesa framleiðslu.
Eisini hevur Vestpack síðstu árini økt um søluna uttanlands, og í dag verður 20-25 prosent av framleiðsluni seld til útlendskar kundar.
- Persónligu relatiónirnar og kontaktirnar eru orsøk til tað, sigur Jóan Magnus Olsen.
Sambært lítillætna stjóranum eru tað langt frá øll fólk í Føroyum, sum yvirhøvur kenna til Vestpack.
Men tað skal nú broytast.
- Ja, vit ætla okkum at brúka henda heiðurin til at marknaðarføra okkum, sigur Jóan Magnus Olsen.
20 fólk starvast hjá Vestpack í Vestmanna.
Les grundgevingina hjá dómsnevndini fyri at velja Vestpack til Ársins Virki 2013 við at TRÝSTA HER.
Sí stórt myndatema frá Vinnudegnum við at TRÝSTA HER.
Hoyr samrøðu við Jóan Magnus Olsen við at trýsta á pílin undir myndini.
Les eisini: