Í 1954 var Marilyn Monroe við í filminum River Of No Return, og í filminum syngur hon ein sang í einum eyðkendum reyðum kjóla. Hetta er ein av stóru løtunum við Marilyn á hvíta tjaldinum.
Nú kanst tú keypa hendan kjólan, tí hann er settur til sølu hjá Bonham í Bretlandi. Talan er um uppboðssølu, og virðið á kjólanum er sett til 3,3 milliónir krónur.
Sjónleikarin Debbie Reynolds átti í nógv ár kjólan, men síðani 2000 hevur ein ókendur eigari havt kjólan í varðveitslu.
Tann kendasti kjólin hjá Marilyn Monroe – tann hvíti frá filminum The Seven Year Itch – var í 2011 seldur fyri 26 milliónir krónur.