Strangar tulkingar av kunngerð hava forðað fyri, at gamlir bilar hjá Sofus í Horni Hansen verða góðkend sum ellisakfør – og tað hevur givið Halleluja-Sofusi stórar trupulleikar. Hann hevur tí heitt á landsstýrið um at broyta kunngerðina um ellisakfør. Og ta áheitanina tók Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, til sín og hevur nú broytt kunngerðina.
Tað snýr seg um kunngerðina um ellisakfør. Higartil hevur kunngerðin ikki havt pláss fyri umbygdum bilum, sum teimum hjá Sofusi Hansen.
Trupulleikin hjá Sofusi Hansen hevur verið, at tey á Akstovuni hava tulkað hetta soleiðis, at bilarnir hjá Sofusi ikki kunnu skrásetast sum ellisakfør, tí hann hevur broytt bilarnir, so teir ikki hava sama snið, sum tá teir vóru nýggir. Tað merkir, at tað hevði kostað Sofusi Hansen vanligan vegskatt og trygging at havt nummarplátur á bilinum. Hann heldur, at bilarnir eiga at verða skrásettir sum ellisakfør og harvið sleppa undan veggjaldi.
##med2##
Flestu kenna Sufus Hansen, ella Halleluja-Sofus, sum hann vanliga róptur, og alsk hansara til bilar og motorsúkklur. Sofus hevur fleiri gamlar bilar, sum hann listarliga hevur umvælt og umbygt.
Lesið eisini:Listaverkini hjá Halleluja-Sofus sleppa ikki at koyra
Í Føroyum eru lagaligar treytir fyri tey, sum hava áhuga fyri ellisakførum. Í stuttum eru reglurnar, at eitt ellisakfar er akfar, sum er eldri enn 25 ár. Og lýkur akfar tí hesar treytir, so skal akfarið ikki rinda vegskatt. Um tú innflytur ellisakfar, so rindar tú bara mvg og einki skrásetingargjald. Tað vil siga, at keypir tú eitt akfar í til dømis Danmark fyri 20.000 kr, so rindar tú 5.000 kr í mvg av fakturavirðinum plus mvg av farmagjaldinum.
Men í kunngerðini stendur eisisini, at akfarið »skal vera í uppruna standi«. Tað er hendan tulkingin, sum hevur volt Sofusi í Horni Hansen stórar trupullekar.
##med3##
Á Akstovuni hevur hetta verið tulkað soleiðis, at bilur skal vera júst so sum hann var, tá hann var nýggjur. Hevur Sofus umbygt bilin soleiðis, at hann hevur til dømis aðrar lyktir, annan kúfangara og onkrar veingir, sum ikki hoyra til bilin, so verður bilurin ikki góðkendur sum ellisakfar, og harvið kann Sofus ikki skráseta bilin sum ellisakfar.
Talan var um kunngerð nr. 46 frá 12. juli 2004 um ellisakfør við heimild í § 13 a, stk. 2 í løgtingslóg nr. 38 frá 31. mars 1982 um vektgjald av mortorakførum v.m.
Har stóð í grein 1: »Ellisakfar, er akfar, sum er 25 ár ella meira, hevur upprunaskap, og er skrásett sum ellisakfar.«
– Av tí, at orðingin »upprunaskap« aloftast varð strangt tulkað sum verandi »orginalt«, mælti Sofus Hansen í grein í Sosialinum 7. oktober í 2020 til, at orðingin »hevur upprunaskap« varð broytt til »er upprunakent« soleiðis, at rúm verður fyri skilagóðum metingum í mun til søguna hjá hvørjum einstøkum akfari, umframt aðrar serligar umstøður.
Sofus Hansen vísti í grundgeving fyri sínum sjónarmiði á, at felagið Føroya Ellisakfør hevur verið í støðugum vøksturi síðani tað varð stovnað.
##med5##
– Vit eru nú fleiri enn 140 limir. Áhugin fyri at varðveita gomul akfør, herundir bæði bilar og motorsúkklur, hevur seinastu árini verið sera stórur. Ofta hevur hetta, meira ella minni, verið av tilvild, at onkur hevur verið í teirri hepnu støðu, at hava goymt gomlu motorsúkkluna í onkrum kjallara, har hon hevur ligið gloymd í fleiri áratíggju, inntil viðkomandi knappliga er raknaður við og er farin í gongd við at umvæla og seta í stand. Eisini onkur bilur er komin undan kavi á líknandi hátt.
– At hesi akfør eru komin undan kavi og eru komin út á vegirnar at koyra aftur, hevur vakt rættiligan ans fyri gomlum akførum í Føroyum og ikki minst tí søguliga týdningi hesi akfør hava, segði Sofus Hansen.
##med5##
– Eg kenni ikki handan trupulleikan, men hetta ljóðar ógvuliga órímuligt. Eg havi sæð bilarnar hjá Sofusi, sum eg meti sum rein listarverk. Um bilarnir rigga sum teir skulu og kunnu ganga gjøgnum sýn, so eiga teir sjálvandi eisini at kunna skrásetast sum ellisakfør, segði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sum varðar av málsøkinum og harvið hevur ábyrgdina av Akstovuni, við Sosialin 7. oktober í 2020.
Og nú er hevur hann broytt kunngerðina, soleiðis at eitt nú umbygdu bilarnir hjá Halleluja-Sofus kunnu skrásetast sum ellisakfør.
Nýggja kunngerðin um ellisakfør kann lesast her.