- Tað hevur ligið væl fyri hjá Klakki, síðani frystilínuskipið kom yvir á Flemish Kap.
Tað veit Norðlýsið at siga í dag. Lagt verður aftrat, at Klakkur nú hevur fleiri enn 200 tons av frystum avhøvdaðum fiski í lastini.
In.fo kann leggja aftrat, at hini føroysku línuskipini, sum eru á Flemish Kap, eisini hava havt rokfiskiskap. Hoyrt er um setur, sum hava ligið omanfyri 50.000 pund, og tað er ógvuliga góður línufiskiskapur.
Hugsandi er, at tað er ísfiskaskip, ið kann hava gjørt so stórar setur, tí hugsandi er ikki, at frystilínuskipini kunnu hava fingið so nógvan fisk til frystingar í eitt samdøgur.
Frystilínuskipini kunnu ikki bara fiska. Tey skulu eisini avhøvda og frysta. Tí er væntandi, at ein dagur, har manningin fær eini 18-20 tons í lastina, er ein góður dagur hjá frystilínuskipunum.
18 tons í 14 dagar gevur stívliga 250 tons tilsamans, og hetta er á leið tað, sum eitt nú frystilínuskipið Klakkur hevur fingið hesar dagarnar, teir og hini skipini hava roynt á Flemish Kap.
Umframt frystilínuskipini, Klakk, Kamb og Eivind, hevur eisini ísfiskalínuskipið Váðasteinur seinastu tíðina roynt á Flemish Kap.