Nú fer Filip at spæla við NSÍ

Í fjør var hann álit hjá 07 Vestur, og nú fer Filip Drinic at spæla við NSÍ

Um vikuskiftið vóru tíðindi úr NSÍ, at samstarvið við serbiska verjuspælaran Nikola Kovacevic er hildið uppat, áðrenn hann nakrantíð royndi seg í týdningarmiklum dysti fyri felagið. Tað vísti seg, at hann ikki var nóg væl fyri at spæla fótbólt í fremstu deildini í Føroyum.

 

Í gjár vann NSÍ fyrsta landskappingardystin. Hann var á heimavølli ímóti Víkingi, og í kvøld boðar NSÍ frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við verjuspælara, sum í fjør var eyðsýndur í verjuni hjá 07 Vestur.

 

NSÍ skrivar soleiðis:

 

NSÍ hevur skrivað undir sáttmála við svenska Filip Drinic. 22 ára gamli svenski miðverjin hevur skrivað undir ein eitt ára sáttmála við felagið.

Filip leikti í fjør við 07 Vestur, har hann tilsamans fekk 26 dystir og 1 mál. Áðrenn Filip kom til Føroyar í fjør, hevur hann spælt í 3. bestu og 2. bestu deildini í Svøríki, har hann hevur verið í feløgum so sum Örebro Syrianska IF og Skovde AIK.

Filip er ein kropssterkur leikari, ið ikki er bangin fyri at fara í takklingar. Samstundis dugir hann væl at lesa spæli av og er róligur á bóltinum.

Vit í NSÍ fegnast um, at Filip kemur at spæla við okkum, og vit bjóða honum hjartaliga vælkomnan í felagið, skrivar NSÍ.