Tað verður toppur ímóti toppi og botnur ímóti botni, tá ið fótbólturin verður á skránni seinnapartin. Talan er um 14. leikumfar. Kappingin fevnir um 27 umfør. Harvið verður meiri enn helmingurin av kappingini avgreiddur, tá ið síðsta bríksl verður á Argjum klokkan nakrar minuttir yvir sjey í kvøld.
Í botninum fær FC Suðuroy, ið er dygst omanfyri strikuna, vitjan av EB/Streymi, sum er aftast. Í toppinum verður innanhýsis uppgerð millum grannarnar NSÍ, sum er topplið, og Víking, sum er á fjórða plássi, og í Gundadali verður grannauppgerð millum B36 og HB, sum eru ávikavíst á øðrum og triðja plássi.
14. umfar
FC Suðuroy-EB/Streymur: Eiler Rasmussen kl. 15.00
AB-KÍ: Páll Augustinussen kl. 17.15
B36-HB: Petur Reinert kl. 15.00
NSÍ-Víkingur: Lars Müller kl. 15.00
ÍF-TB: Alex Troleis kl. 15.00
Støðan undan 14. umfari
NSÍ 31
B36 26
HB 25
Víkingur 21
KÍ 20
TB 16
ÍF 14
FC Suðuroy 9
AB 7
EB/Streymur 6










