Beint eftir nýggjár verður uppskot lagt fyri Løgtingið um at útvega nýtt havrannsóknarskip ístaðin fyri Magnus Heinason.
Tað upplýsir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Gunvør Balle, tingkvinna, hevur spurt hann, hvussu gongur við ætlanini at útvega nýtt havrannsóknarskip.
Jacob Vestergaard sigur, at nú í januar fer hann at leggja uppskot fyri Løgtingið um útvega nýtt havrannsóknarskip.
Men hann heldur framvegis fast við ætlanina um, at talan skal vera um eitt privat havrannsóknarskip.
Hann heldur sostatt fast um ætlanina, at tað skal vera eitt privat felag, sum skal byggja og reka havrannsóknarskipið, men so skal landið leiga tað.
Á langtíðarfíggjarætlanini hevur samgongan sett 12 milliónir av um árið, frá 2016 at rokna, at leiga eitt slíkt skip fyri.
Endamálið við uppskotinum, sum verður lagt fyri Løgtingið, er sostatt at fáa heimild frá Løgtinginum til at gera avtalu við eitt privat felag um havrannsóknarskipið.
Fær hann heimildina, vónar hann at finna rætta veitaran næsta ár og so verður mett, at tað fer at taka eini tvey ár at byggja skipið.
Andstøðan ávarar ímóti at lata skipið vera privat.
Gunvør Balle vísir á, at verður talan um eitt privat skip, verður helst talan um eitt skip, sum kann brúkast til alskyns endamál og ikki eitt havrannsóknarskip burturav.