Nú fáa sjúkrasystrarnar sítt umboð í leiðsluna

Tað hevur leingi verið upp á tal at seta sjúkrasystrastjóra, síðustillað við læknastjórastarvið. Nýggja starvið skal vera við til at styrkja og menna røktarfakliga økið innan sjúkrahúsarbeiðið. Í farnu viku varð Marjun Smith, stovnsleiðari á Lágargarði, sett í hetta starvið

Uppgávan hjá sjúkrasystrastjóranum verður at styrkja røktarfakliga serkunnleikan, og saman við heilsufakligum varastjóra, skal hon standa fyri heilsufakligu ráðgevingini mótvegis sjúkrahússtjóranum.

Nakað soleiðis verður m.a. tikið til í starvslýsingini. Hetta starvið er nýtt, og verður síðustillað við læknastjóraembætið.

55 ára gamla Marjun Smith, er væl kend innan føroyska heilsuverkið. Hon varð útbúgvin sjúkrasystur í 1964, og hevur arbeitt innan fakið øll árini. Í fyrstuni sum sjúkrasystur, men seinni fór hon á sjúkrasystraháskúlan í Århus, har hon tók prógv innan leiðslu, umframt at hon hevur onnur leiðsluskeið. Hon var leiðari á Suðuroyar ellis- og røktarheimi í átta ár, áðrenn hon tók við sum stovnsleiðari á Lágargarði í Havn.

Seinastu 10 árini hevur hon verið leiðari á Lágargarði, og skal eisini frameftir røkja hetta starvið.

Marjun Smith skal virka sum sjúkrasystrastjóri ein triðing av arbeiðstíðini.

Spurd hví hon sókti nýggja starvið, sigur Marjun Smith, at hon hevði hug at royna nýggjar avbjóðingar. Skuldi tað vera, so var tíðin komin nú.

- Hvat er innihaldið í nýggja starvinum?

- Eg skal vera ráðgevi í røktarfakligum spurningum, við beinleiðis tilvísing til sjúkrahússtjóran. Tað verður m.a. at luttaka á ymsum fundum, og fáa til vega alt týðandi tilfar í hesum sambandi, o.s.fr.,sigur Marjun Smith.

- Hvørjar vónir hevur tú frameftir?

- Eg vóni at kunna ávirka viðurskiftini soleiðis, at sjúkrarøktin verður prioriterað hægri, sigur nýggi sjúkrasystrastjórin.

Eitt nú saknar hon eftirútbúgvingar og víðari útbúgvingar av røktarstarvsfólki, til frama fyri sjúklingarnar.

- Øll árini við sparingunum innan sjúkrahúsverkið, hava júst eftirútbúgvingar verið spardar burtur.

- Tað hevði verið væl, um vit kundu fingið sjúkrarøktina á hædd við tað, sum hon var áður. Hetta verður ein av stórum uppgávunum, men samanumtikið kann sigast, at vit fara at virka fyri at menna tvørfakliga samstarvið á sjúkrahúsøkinum, sigur Marjun Smith.