Nú skal kirkjugarður gerast í Hoyvík. Tað er greitt eftir býráðsfund í Havn í gjárkvøldið. Tað eru nógv ár síðani, at farið varð undir at tosa um at gera kirkjugarð í Hoyvík. Men ein spurningur, sum hevur elvt til, at tað hevur drigið út, er, at ósemja hevur verið um, hvar hann skal vera. Men nú er semja um at gera hann við býlingin Inni á Gøtu, omanfyri Klingruna, Og í gjárkvøldið samtykti býráðið at ogna sær eitt lendi á 35.000 fermetrar til endamálið. Síðani er ætlanin í næstu framtíð at leggja uppskot fyri býráðið um at játta pening til endamálið.
Ætlanin er at fara undir verkætlanina nú og at byrja í smáum, men møguleikarnir fyri at leggja afturat, eru góðir. Samstundis eru góðir møguleikar fyri at gera veg, parkeringspláss, kapell og annað, sum hoyrir til ein kirkjugarð.
Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, sigur, at fundur hevur verið við kirkjuráðið, sum tekur undir við ætlanini. Annars halda býráðslimir, at tað er hóskandi at gera ein kirkjugarð í Hoyvík, tí tað er óhøgligt hjá hoyvíkingum at brúka kirkjugarðin við Velbastaðvegin, sum er í hinum endanum á býnum.
Býráðslimir vísa á, at siðvenjan at ganga í gravarfylgi er komin til eitt vegamót, tí tað er so langt í kirkjugarðin.
Men nú verður munandi lættari, tí í beinari linju eru 950 metrar úr kirkjugarðinum í kirkju og samkomuhús ígjøgnum fríøkið í Dalinum Langa. Til sammetingar er beina leiðin ímillum Dómkirkjuna og kirkjugarðin við Velbastaðvegin, 1.250 metrar. |









