Flóttafólkini úr Ukraina, sum eru komin til Føroya, fáa nú somu rættindi sum føroyingar. Í kvøld hevur landsstýrið lagt trý uppskot fyri Løgtingið við tí endamáli at hjálpa teimum at fóta sær í føroyska samfelagnum.
Higartil eru tey í Føroyum, sum ferðafólk, men nú hevur landsstýrið lagt uppskot fyri Løgtingið um at geva teimum, eitt fyribils uppihaldsloyvi. Hetta merkir so eisini, at tey sleppa til arbeiðis.
Samstundis hevur landsstýrið eisini lagt uppskot fyri Løgtingið um, at tá ið tey hava fingið fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum, skulu tey eisini hava rætt til ókeypis viðgerð á sjúkrahúsunum á jøvnum føti við føroyingar.
Men hetta fer eisini at føra ein eykakostnað við sær og fyribils er hesin kostnaður mettur til 15,5 milliónir krónur - og landsstýrið hevur eisini lagt uppskot fyri Løgtingið um at játta hesa upphæddina.
Upphæddin er markað til tey, sum eru komin higar tí tey eru rikin úr Ukraina, sum tey málbera seg.
Eitt nú skal játtanin til Nám hækkast 300.000 krónur og játtanin til fólkaskúlan verður hækkað tríggjar milliónir. Somuleiðis verður játtanin til Sernám hækkað 500.000 krónur og miðnámsskúlarnir fáa eisini 500.000 krónur afturat.
Játtanin til Frítíðarundirvísing verður hækkað eina millión og játtanin til Heilsutrygd verður hækkað 800.000 krónur. Játtanin til Kommunulæknaskipanina verður hækkað 45.000 krónur. Harafturat verður játtanin til Landssjúkrahúsið hækkað góðar 2,6 milliónir, játtanin til Klaksvíkar sjúkrahús verður hækkað 290.000 krónur og játtanin til Suðuroyar sjúkrahús verður hækkað 249.000 krónur og ar enda verður játtanin til Gigni, sum heilsufrøði fyri børn & ung, verður hækkað 55.000 krónur krónur.
Á almannakinum verður játtanin til familjuískoyti hækkað 375.000 krónur og játtanin til Almannatrygd verður hækkað slakar 4,7 milliónir.