Nu eru tær báðar aftur á listamessu saman

Hesaferð á Fredericia Art Festival saman við, fyri føroyingar væl kenda Galleri Sct. Gertrud, sum Kurt Svendsen eigur. 

Birgit Kirke og Lív Ejdesgaard fáa báðar íblástur úr føroysku náttúruni, men lýsa hana á ógvuliga ymiskan hátt bæði í litum og formum í teirra myndum.

 

Seinastu árini hava tær báðar luttikið á fleiri stórum listaframsýningum bæði her og uttanlands m.a. í Føroyum, Danmark, Íslandi, Grønlandi, Noregi, Svøríki, Finlandi, Italia, Bulgaria, Suðurkorea og Kanada. 

Fredericia Art Festival er ein heilt ørvísi og eksklusiv listamessa, har ein kann uppliva alt frá listagongu, filmslist, fyrilestrum, tónleiki til Listaframsýningar. 

Listamessan er opin frá 11. - 13. november 2022 kl. 10 - 16.