- Seinastu vikurnar hava vit fingist við at garva skinn. Tískil hava vit í løtuni eitt fjølbroytt úrval av lambsskinnum.
Tað siga tey á Dímunargarði í Stóru Dímun, har tey nú fara at gevast við at garva seyðaskinn.
- Um fólk eru áhuga í at keypa garvað skinn, eru tey vælkomin at venda sær til garðin, siga tey í Stóru Dímun.
Garvaríið á Dímunargarði hevur verið virkið síðan 2006. Flestu maskinurnar eru keyptar frá garvarínum Vilma hjá Vilhelm Nilesen, sála í Sandavági.
- Garvingin hevur passað væl inn í arbeiðsætlanina á garðinum annars. Men, seinastu árini eru broytingar farnar fram í virkseminum í oynni.
Á Dímunargarði verður sagt, at tey nú eru farin at gera meira burtur úr at velta grønmeti, og hetta hevur við sær, at tíðin til garvingina røkkur ikki til.
- Seinastu skinnini eru nú garvað, og maskinurnar verða í hesum døgum tiknar niður, siga tey á garðinum.
Lagt verður aftrat, at Eyðstein Jensen, bóndi á Selatrað, hevur keypt maskinurnar og hevur ætlanir um at byrja at garva eftir slakið í heyst.
- Vit vóna, at hetta fer at hepnast honum væl, og ynskja honum alt tað besta, siga tey á Dímunargarði.