Nú eru øll tey føroysku bløðini talgild

Í næsta mánaði bjóðar Landsbókasavnið fram ein e-portal við so at siga øllum teimum føroysku bløðunum fram til ár 2000

Í næsta mánaði fer tað at bera til at lesa øll tey føroysku bløðini, sum komu út fyri ár 2000 á internetinum. Tað er ein verkætlan hjá Landsbókasavninum at talgilda føroysku bløðini, sum nú er komin so mikið áleiðis, at almenningurin kann lesa tey í marsmánaði.

 

Tey bløðini, sum nú eru skannað inn, eru bløðini, sum eru á mikrofilmi. Av tí at øll bløð, sum eru komin út, ikki eru á mikrofilmi, so verður savnið ikki 100 prosent komplett.

Tað er Erling Kjærbo, bókavørður á Landsbókasavninum, sum er verkætlanarleiðari. Hann sigur, at arbeiðið hevur gingið væl, og at varðveitingararbeiðið nú er liðugt.

– Avtalan var, at e-portalurin skuldi vera klárar í mars, og tann ætlanin sær út til at halda, sigur Erling Kjærbo.

 

Les meiri um arbeiðið og fyrimunirnar við hesi talgilding í Sosialinum, ið er borin út í hvørt heim í dag.