Nú eru 52 føroyingar komnir afturat

Tað er bara í høvuðstaðnum, at fólkatalið er kvinkað upp eftir

Tann 31. juli í ár, búðu 48.509 fólk í Føroyum og tað eru 52 fólk fleiri fyri einum ári síðani, tí tann 1. august í fjør búðu 48.457 fólk í Føroyum.  

 

Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.

 

Uppgerðin vísir, at hetta síðsta árið, frá 1. august 2012, til 31. juli 2013, var burðaravlopið 229 fólk og nettoflytingin var minus 117 fólk, og sostatt vaks fólkatalið 52 fólk.

 

Tað er bara í Havnini, at fólkatalið er kvinkað uppeftir.

 

Í Havnini vaks fólkatalið 203 fólk, ella 1,1 prosent, men alla aðrastaðni minkaði tað, ella í besta føri, stóð tað í stað.

 

Sum talvan vísir, minkaði fólkatalið mest í Sandoy, har tað minkaði 1,7 prosent.