Talið av covid-19 smittaðum í Grønlandi er í løtuni 44. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknaembætinum í landinum.
Sermitsiaq veit at siga, at í tølunum, sum ikki eru endaliga dagførd, er talið av smittaðum tilsamans 118, harav 78 eru vorðin frísk aftur.
Hetta gevur 40 fólk við aktivari smittu, men aftrat hesum 40 eru fýra nýggir tilburðir staðfestir síðan fríggjadagin.
Sambært koronu-síðuni hjá landslæknaembætinum er talið av aktivum smittaðum nú 44, sum býta seg soleiðis kring landið, sí talvuna niðanfyri:
##med2##