Nú eru 18 smittað í Grønlandi

Sambært Sermitsiaq eru nú 10 fólk smittað í Kujalleq kommunu, harav teir seinastu fýra tilburðirnir vórðu staðfestir hin 15. juli.

Í Kujalleq kommunu búgva umleið 6.400 fólk - í trimum býum og 11 bygdum.

 

 

Grønland, sum fram til einaferð í vár var sloppið rættiliga við í koronu-kreppuni við lutfalsliga fáum covid-19 tilburðum, er nú harðari rakt, enn landið áður hevur verið.

 

Sermitsiaq veit í dag at siga, at tilsamans 18 fólk í løtuni hava aktiva koronu-smittu í Grønlandi.

 

Nýggjastu tilburðirnir eru í Kujalleq kommunu, har fýra nýggir tilburðir nú eru staðfestir. 

 

Sermitsiaq hevur sambært heimasíðuni ikki fingið upplýsingar frá myndugleikunum um nýggju tilburðirnar, men vísir til kunngjørdu hagtølini í landinum.

 

Sambært grønlendsku koronu-hagtølunum, sum Sermitsiaq vísir til, eru nú 10 fólk smittað í Kujalleq kommunu, harav teir seinastu fýra tilburðirnir vórðu staðfestir við kanning hin 15. juli.

 

Í trimum førum av teimum seinastu fýra smittaðu, er talan um kendar smittuketur til frammanundan smittaðan persón, og hesi trý eru øll í sóttarhaldi.

 

Í fjórða førinum arbeiða myndugleikarnir framvegis við smittusporing, tá tað enn ikki er endaliga er greitt, hvørji samband persónurin hevur havt, meðan hann kann hava smittað onnur.

 

Sambært Sermitsiaq verður dúgliga arbeitt við smittusporing eftir, at tað er komið fram, at ein smittaður var til eina sokallaða Tomba-konsert í Rockhouse í Qaqortoq fríggjadagin hin 9. juli.

 

- Út við 250 fólk, sum vóru til konsertina, eru send í sóttarhald og eru samstundis biðin um at lata seg kanna fyri covid-19, leggur Sermitsiaq aftrat.

 

 

 

Í Kujalleq kommunu búgva umleið 6.400 fólk - í trimum býum og 11 bygdum.