Hóast landsstýrið ikki hevði ætlað tað, so kann talið av borgarstjórum á tingi tvífaldast
Síðani in.fo gjáramorgunin skrivaði, at 11 borgarstjórar bjóða seg fram á løgtingsvalinum, so er enn ein borgarstjóri komin á listan. Tað er Trúgvi Gudmundsson, borgarstjóri í Hvalba, sum stillar upp fyri Fólkaflokkin.
Les eisini: 11 borgarstjórar ætla sær á ting
www.in.fo/news-detail/news/11-borgarstjorar-aetla-saer-a-ting/
Soleiðis eru nú 12 borgarstjórar í at velja millum valevnini, sum stilla upp til løgtingsvalið 1. september.
Teir eru:
Heðin Mortensen, Tórshavn kommuna
Jógvan Skorheim, Klaksvíkar kommuna
Kristin Michelsen, Tvøroyrar kommuna
Magnus Rasmussen, Runavíkar kommuna
Sonni á Horni, Fuglafjørðar kommuna
Johan Christiansen, Eysturkommuna
Jógvan í Skorini, Eiðis kommuna
Pauli T. Petersen, Vestmanna kommuna
Rósa Samuelsen, Vága kommuna
Gerhard Lognberg, Skopunar kommuna
Brandur Sandoy, Sands kommuna
Trúgvi Gudmundsson, Hvalbiar kommuna
Fýra av hesum borgarstjórum sita á tingi í dag: Rósa Samuelsen, Gerhard Lognberg, Brandur Sandoy og Kristin Michelsen.
Hjá Javnaðarflokkinum og Nýggja Sjálvstýri eru borgarstjórarnir millum toppkandidatarnar. Tí kann roknast við, at minst líka nógvir, um ikki fleiri, borgarstjóra verða at síggja í nýggja løgtinginum.
Enn eru listarnir ikki lidnir. Til seinasta løgtingsval stillaði borgarstjórin á Strondum, Artur Johansen upp fyri Javnaðarflokkin, so teir kunnu gerast fleiri.