Nú er tíðin komin av avtaka avgjaldið

Stjórin í Vága Floghavn heldur, at avgjaldið er steinur oman á byrðu

Stjórin í Vága Floghavn, Regin I. Jakobsen, heitir nú á Løgtingið um at avtaka ferðaavgjaldið, sum øll rinda, sum ferðast til Føroya, og úr Føroyum. Hann sigur, at ferðavinnan er hart rakt av koronu og at ferðaavgjaldið er steinur oman á byrðu hjá ferðavinnuni.

 

Og nú Løgtingið viðger fíggjarlógina fyri næsta ár, biðjur hann Løgtingið umhugsa at avtaka tað. Hann sigur, at tá ið tað varð ásett á sinni, var talan um ein marglætisskatt, og tá var tað 120 krónur fyri hvønn ferðaseðil.

 

Síðani er tað lækkað niður í 65 krónur. Men nú eru tað, so nógv, sum ferðast í sambandi við arbeiði, at talan er ikki talan um ein marglætisskatt longur.  Samstundis sum tað er bíligari at ferðast, er ferðaavgjaldið ein lutfalsliga størri partur av prísinum fyri at ferðast.

 

Hann sigur, at vil Løgtingið ikki avtaka avgjaldið, vil hann í hvussu so er hava tey at umhugsa at lækka tað niður í 30 krónur.