Nú er Stranda Talvfelag stovnað

Eftir at hava havt sín fyrsta fund, hevur nevndin í nýstovnaða Stranda Talvfelag skipað seg.

Mikukvøldið hin 16. august var kunningarfundur um ætlaninar at endurstovna Stranda Talvfelag. Nakað av fólkið var møtt til fundin, bæði børn og vaksin.

 

- Petur Meinhard Magnussen greiddi frá um hansara hugsan um felagið, og hvussu talvfelagið væntandi kemur at virka.

 

Tað siga tey í Sjóvar kommunu í dag.

 

Lagt verður aftrat, at ætlanin serliga er at leggja dent á tey ungu, har hesi verða upplærd og fáa regluligar venjingar.

 

- Venjingar verða eisini fyri vaksnum, og ætlanin er at melda lið til kappingarnar.

 

Sagt verður av Strondum, at fólk vóru sera positiv fyri hugskotinum at fáa talvfelag aftur til Strendur, og fólk tóku undir við at stovna Stranda Talvfelag.

 

- Tað gekk bara ein lítil løta, so høvdu fimm fólk teknað seg til at sita í nevndini fyri stovnandi talvfelagið, sum nú er stovnað.

 

##med2##

 

Eftir at hava havt sín fyrsta fund, hevur nevndin í Stranda Talvfelag skipað seg soleiðis:

 

Hildigunn Ellingsgaard er forkvinna, Petur Meinhard Magnussen næstformaður og skrivari, og Abraham Dalslíð er peningarøkil. Hinir í nevndini eru Suni Ernstsson og Tummas Eli Joensen.

 

Stranda Talvfelag kemur at hava venjingar í Stranda skúla, og í næstum fer talvfelagið at kunna um venjingartíðir, og hvussu fólk kunnu gerast limir í felagnum.