Tað hevur verið tosað um tað í minst 20 ár – men nú verður tað veruleiki. Fyrsti partur av arbeiðnum at gera illa umstrídda innkomuvegin til Havnar, er loksins boðin út. Tað sigur Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar Býráð.
Ferðslan til og úr Havnini er vaksin so nógv, at tað tað er ein rættiligur fløskuhálsur, serliga nú Eysturoyartunnilin er komin. Tískil hevur verið tosað um ein nýggjan ringveg oman fyri Havnina, heilt av Sandvíkahjalla við Hvítanes, til Marknagilsvegin við Hotel Føroyar.
Tað eru eini 20 ár síðani, at tey fóru at tosa um, at hetta fór at verða ein trupulleiki, men kortini hevur málið drigið út, so tað er ikki fyrr enn nú, at farið verður undir tað. Ein orsøk til at einki er komið burtur úr, er, at ósemja hevur verið um, antin talan skuldi vera um eina bygdarveg, har tað var loyvt at koyra 50, ella um talan skuldi vera um ein landsveg, har tað varð loyvt at koyra 80.
Ósemja hevur eisini verið um, hvussu nógvar íbindingar skuldu vera úr Havnini í ringvegin og ikki minst hevur ósemja verið um, antin talan skuldi vera um tunnil út Villingardali yvir í Marknagil, ella um vanligur vegur skuldi gerast. Tað hevur eisini verið ein spurningur um, hvussu stóran part av vegnum, Kommunan skuldi rinda, og hvussu stóran part, Landskassin skuldi rinda.
Men í fjør varð so endalig semja gjørd ímillum Landsstýrið og kommununa. Eftir semjuni verður ein partur av vegnum, nevniliga strekkið ímillum Villingardal og Marknagil, lagt í ein tunnil. Tá varð mett, at øll verkætlanin fór at kosta 288 milliónir krónur, men av teimum skuldi Landskassin so rinda 110 milliónir. Ætlanin var eisini, at arbeiðið skuldi vera liðugt í 2025.
Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini hjá Býráðnum, sigur, at nú er fyrsti partur av arbeiðnum boðin út, og at tilboðini skulu vera býráðnum í hendi um tvær vikur. Tann fyrsti parturin, sum er boðin er sjálvur avgrevsturin. Tað arbeiðið er boðið út fyri seg, og tað er fyri betur at kunna meta um, hvussu stórar nøgdir skulu gravast og spreingjast fyri sjálvum vegnum. So tá ið avgrevsturin so er liðugur, helst einaferð seint í summar, verður alt arbeiðið upp á vegin og tunnilin, eisini boðið út.
Arbeiðið at projektera arbeiðið, er liðugt, men Tróndur Sigurðsson vil ikki siga, hvussu nógv tey meta, at tað fer at kosta fyri ikki at órógva arbeiðið at bjóða út. Hann sigur, at tey hava gjørt sær sínar egnu metingar, men hvussu nógv tað fer at kosta, fáa vit at síggja, tá ið tilboðini koma inn, sigur hann.











