Nú er skiftið hjá René alment

Nú hevur Vendsyssel váttað, at René Shaki Joensen er teirra leikari

In.fo bar tíðindini í gjár, at tað var endaligt, at 22 ára gamli føroyski landsliðsleikarin hjá HB, René Shaki Joensen, skuldi til Vendsyssel at spæla. Nú hevur heimasíðan hjá felagnum eisini almannakunngjørt skiftið.

 

Sáttmálin hjá René er tó bara galdandi í eitt hálvt ár, og tískil má sigast, at trýst er á leikaranum fyri at avrika væl hetta hálvárið, so at sáttmálin kann blíva longdur.

 

Ítróttarstjórin hjá Vendsyssel, Jacob Kruger, hevur rósandi orð at bera René:

 

- Í royndarvenjingini hevur René sannført okkum um, at hann er eitt gott ískoyti til lið okkara, og at hann hevur uppiborið møguleikan at vísa seg fram her. Hann er ein ungur og sera framsøkin leikari, ið hevur góðar møguleikar at gerast ein enn betri leikari framyvir, tí at hann hevur nógv góð ár frammanfyri sær, sigur Jacob Kruger við heimasíðuna hjá Vendsyssel.

 

Sostatt telur Vendsyssel nú tveir føroyingar í hópi felagsins. Hallur Hansson og René Shaki Joensen. Felags fyri teir báðar er, at teir báðir spældu í HB, áðrenn teir fóru útum landoddarnar og til Vendsyssel at royna fótbóltseydnuna.